Um Glyvralon

Søgan

1930

Glyvralon varð bygt áðrenn kríggið, og varð tá bygt í arkitektoniska Barokk stílinum, sum annars javnan var at síggja í nýggjum byngingsverkum tá um tíðir. Navnframi arkitekturin, Niels Pauli í Heimistovu teknaði húsini, sum lærarahjúnini Christian og Helena Bjarnadal lótu byggja í seinru helt av 1930unum; men Bjarnadal hjúnini fluttu ikki inn, fyrr enn kríggið var av.

2000

Fram til aldarskiftið hevði ongin búð í húsunum í nógv ár. Um hesa tíðina keypti Jógvan Lauritsen úr Sørvági húsini, sum tá vóru í sera ringum standi, men sum hann so spakuliga byrjaði at umvæla, og var miðhæddin nøkur ár seinni liðugt umvæld.

2018

Á sumri 2018 vóru húsini aftur til sølu, og vóru tað hjúnini Terje og Birna Vestergaard, sum gjørdust nýggir eigarar av húsunum, og sum tóku sær av at fáa síðstu umvælingarnar uppá pláss.

Søguligu húsini á Langanesi vóru, eftir at lærarahjúnini fluttu út ikki væl hildin, og millum manna vórðu húsini kend sum spøkilsishúsini. Tað kravdi tí eina kæra hond at fáa húsini til sín rætta heiðurs aftur, men í dag standa húsini í sama standi sum tey gjørdu, tá tey vórðu bygt, og er tað tí ein fragd fyri eygað at síggja vakra byggistílin og flottu møblarnar, sum í dag prýða Glyvralon.

Nú er møguleiki at njóta stásiligan innihugna við góðum heimagjørdum mati, síggja húsini og njóta náttúruna rundanum. Bólkar á 10 fólk ella fleiri kunnu bíleggja miðmála ella eina døgurðamatskrá við trimum rættum. Húsini væl egnað hjá smærri fyritøkum til starvsfólkadag, fundarvirksemi o.a.

Harumframt kann ein neyvari frágreiðing fáast um søgu húsins, bæði frá tí at Bjarnadal átti tey og til tað, sum undanfarni eigari og síðani Terje og Birna hava umvælt tey til, við øllum teimum glæsiligu og flottu møblum, sum tey eru møblerað við.

Birna & Terje Vestergaard

Eigarar og rekandi, Glyvralon

Glyvralon@glyvralon.fo
(+298) 215764

Langanesvegur 3
Glyvrar, 625

 

Ofta settir spurningar

  • Glyvralon er innrættað til at húsa ymiskum tiltøkum. Loftið er innrættað sum eitt størt opið fundarhøli, við stórum touch skermi. Miðhæddin er innrættað til borðhald, við einum stórum veitslurúmi. Afturat tí er ein útistova, ið kann hýsa minni selskapum. Niðasta hæddin er innrættað við vesiumstøðum.

  • Tá tit bíleggja húsini til tykkara tiltak kunnu tit sjálvi snikka tykkara bílegging til tykkara tørv. Um talan er um fundarvirksemi, ber til at síggja fundarpakkarnar, sum vit bjóða, undir “fundarvirksemi” ovast á síðuni. Til borðhald, um tað so er brúdleyp, føðingardagur ella annað, so hava vit nakrar matskráir, ið vit kunnu bjóða, men ber tað altíð til at tilpassa matskránna eftir egnum ynski. Vit borðreiða og gera alt klárt til stóra dagin, og er tí bert neyðugt at møta upp. Tó um ynski er at eitt nú pynta hølini sjálvur er hetta eisini møguligt.

  • Vit viðmæla sum meginregla til borðhald, at ein borðplan er gjørd yvir, hvar gestirnir sita. Hetta fyri, at tá gestirnir møta upp vita teir akkurát hvar teir skulu sita, og gongur tí ikki so leingi frá at gestirnir møta upp, til teir sita niðri har teir eiga. Eisini ynskja høvuðspersónarnir, um tað er brúðarpar, føðingardagsbarn ella annað sum oftast at sita mitt fyri, og tí er gott at planleggja tað frammanundan.

  • Uttanfyri Glyvralon eru parkeringspláss til á leið 10-12 bilar, og beint omanfyri Glyvralon er eisini eitt stórt parkeringspláss. Har afturat er eitt stórt parkeringspláss uttanfyri Á handilin, hetta er á leið 2 min gongufrástandur.

  • Oman til Glyvralon er asfalterað allan vegin, og vegurin er góður. Sum regul er ongin trupuleiki at koyra oman, men um tað skuldi verið so, at onkur ikki hevur mót uppá at koyra oman í kava, so er møguligt at seta seg í samband við okkum, so syrgja vit fyri, at bilur er klárur at koyra oman við gestunum.